Faroe Islands Power BI User Group

Please login or click SIGN UP FOR FREE to create your PowerBIUG account to join this user group.

Hvussu fært tú nýggjastu Power BI Desktop version hvønn mánað?

  • 1.  Hvussu fært tú nýggjastu Power BI Desktop version hvønn mánað?

    Posted Mar 20, 2020 05:47 AM
    Power BI desktop verður dagført mánarliga. Um tú hevur heintað Power BI Desktop á Windows Store, so fært tú allar tær nýggjastu dagføringarnar sjálvirkandi. Um tú hinvegin hevur tikið tað niður beinleiðis á heimasíðuni, so fært tú ikki hesar dagføringar sjálvvirkandi.

    Tað eru tveir mátar at heinta Power BI Desktop. Hesir verða lýstir niðanfyri.

    1) Heinta frá heimasíðuni undir Products > Power BI Desktop (https://powerbi.microsoft.com/en-us/desktop/). Um tú ert á Windows 10 og velur "Download Free", so kemur tú beinleiðis yvir í Windows Store, sí mynd niðanfyri. Fyrimunurin við hesum er, at tú fært allar mánaðarliga dagføringar sjálvirkandi á tína teldu. Hinvegin, so eru nógvir stovnar sum hava byrgt fyri Windows Store og so fært tú ikki brúkt hendan mátan. So ert tú noyddur at nýta hin mátan niðanfyri.

    2) Hin mátin er at fara inn á "See download or language options", sum sæst á myndini omanfyri. Her kanst tú heinta installatiónsfílin. Vansin við hesum er, at tú ert noyddur at gera tað sama aftur mánaðarliga, um tú vilt hava nýggjastu dagføringarnar.

    Adam Saxon greiðir frá hesum uppá 2 minuttir her:



    ------------------------------
    Dánjal Davidsen
    Data Warehouse Specialist
    Tórshavn
    ------------------------------